
Gestur Hjá Veruleikanum Eftir Per Lagerkvist
Hemlið
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Gestur hjá veruleikanum er sjálvsævisøguliga frásøgnin hjá Pär Lagerkvist. Hon er um tann lítla dreingin Anders og uppvøkstur hansara við eini jarnbreytarstøð í tí svenska smábýnum um aldarskiftið 1900. Anders sær umheimin sum ígjøgnum eitt vindeyga og livir heilt í sínum egna veruleika, og hann hugsar nógv um tað, sum hendir uttan um hann. Bókin lýsir ta spennandi ferðina á skinnaravagninum við pápanum, sum arbeiðir á jarnbreytastøðini, út at vitja abban og ommuna, sum búgva á einum bóndagarði úti á landinum. Brot úr Brævaskiftið millum Abelard og Heloise Har var nevniliga í sjálvum býnum Paris ein ung genta, sum æt Heloise, hon var bróðurdóttir ein kannik, ið æt Fulbert. Við einum brennandi áhuga, sum einans kundi samanberast við hansara stóra kærleika til hennara, hevði hann strembað eftir, at hon skuldi fáa ta bestu útbúgving í øllum handa vísindaligum innliti, sum hann megnaði at útvega henni. Í vakurleika stóð hon yvir mongum, í kunnleika yvir øllum. Tí tess sjáldsamari henda dygdin, vísindaligt innlit, er hjá kvinnum, tess størri viðurkenning var tað fyri eina unga gentu, at hon gjørdist víðagitin í øllum ríkinum. Tá eg sostatt hjá henni bar eyga við allar teir eginleikar, sum plaga at draga tey elskandi, metti eg hana at vera ta røttu at sameinast við meg í kærleikans bondum, og eg helt, at tað fór at eydnast lættliga. Eg hevði nevniliga tá eitt so stórt navn og hevði so nógv av ungdómsins og vakurleikans yndi, at eg als ikki óttaðist at fáa krakk, líka mikið hvørjari kvinnu eg gav mín kærleika. Annars helt eg, at henda unga gentan so mikið lættari fór at lata sær lynda sum eg vildi, sum hon, tað ið eg visti, bar av øllum øðrum í kunnleika og kærleika til vísindina, so at vit, hóast hvør á sínum stað, við tí skrivaða orðinum kundu kunnast um hvørt annað, skriva mangt meira djarvt, enn tað var møguligt í eini samrøðu, og soleiðis altíð undirhalda hvørt annað á ein skemtiligan hátt. Soleiðis á gosi av kærleika til hesa ungu jomfrúnna leitaði eg eftir einum…











