Kurv.fo
Bøðilin Eftir Per Lagerkvist

Bøðilin Eftir Per Lagerkvist

Hemlið

FH
Forlagið Hemlið

Seinast kannað: 22. nov

150kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Bøðilin skrivaði Pär Lagerkvist longu í 1933, árið tá ið Hitler tók við valdinum. Íblásturin var ein ferð gjøgnum Týskland. Einki norðurlendskt skald hevur megnað at givið okkum ein sterkari varhuga av tátíðar yvirtrúgv og bonskleika, og meira óhugnaliga veruleikasatt hevur eingin frammanundan sæð teir ræðuleikar, sum fóru at koma. Javnberingin tekur kvørkratak á lesaran. Brot úr Bøðilin Bøðilin sat og drakk við eitt skýmligt borð inni á vertshúsinum. Í glæmuni frá tí einasta, slímandi kertiljósinum, sum verturin unti teimum, hekk hann stórur og máttmikil fram á borðið í sínum blóðreyða búna við hondini um ennið, har bøðilsmerkið var brent inní. Nakrir handverkarar og hálvfullir sveinar úr grannalagnum skrálaðu í hinum endanum á borðinum, í hansara enda sat eingin. Við ljóðleysum fetum smeyg gentan um steingólvið, og hondin á henni skalv, meðan hon fylti honum í krússið. Ein lærudrongur, sum hevði sníkt seg innar og helt seg fjaldan í myrkrinum, slúkti hann við lýsandi eygum. - Ølið er gott, tú skarprættari! rópti ein av sveinunum. Tú veitst helst, at gamla hevur verið uppi á gálga og har sníkt sær ein tjóvsfingur frá tær og hongt hann í einum tráði niður í tunnuna. Hon unnar ongum at hava betri øl, enn hon hevur sjálv og ger alt fyri sínar gestir. Og einki er, sum gevur slíkan blóma í ølið sum ein fingur frá gálganum, veitst tú! - Nei, tað er undranarvert við øllum, sum kemur haðani, segði ein gamal skeivmyntur skópjøssari og streyk hugsin ølið av tí visna skegginum. Hvat tað hevur av løgnari megi. - Tað má meg líða! Eg minnist, eg var við einaferð, tá teir hongdu ein bónda fyri veiðistuldur har heima, hóast hann segði, at hann onga skyld hevði. Tá ið meistarin sparkaði hann av stiganum og lykkjan sansaði at, so slepti hann einum freti, sum deymaði um allan heyggin og blómurnar bliknaðu og grasið eystureftir lá sum følnað og visnað, tí hann var vestan í ættini, skuldi eg siga, og misvøkstur var har um leiðir tað summarið. Teir flentu so teir veltu seg inn yvir…

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá Forlagið Hemlið

Etikkin

Etikkin

Forlagið Hemlið

348kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Staturin

Staturin

Forlagið Hemlið

348kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Fúrstin

Fúrstin

Forlagið Hemlið

198kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Retorikkur

Retorikkur

Forlagið Hemlið

248kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Lógirnar

Lógirnar

Forlagið Hemlið

380kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov