Tú hevur tamarhald á vørum og prísum.
Dagfør vøruupplýsingar og prísir, og vel, hvørjar vørur skulu vísast.

Ein egin síða á Kurv. Vit taka okkum av uppsetingini.
Tú fært tína egnu síðu á Kurv, har vørurnar hjá handlinum eru savnaðar. Kundin kann leita í úrvalinum og kanna vørurnar, áðrenn hann kemur í handilin.
Tú kanst deila leinkjuna við kundar og á sosialum miðlum.
Tú nýtist ikki eina egna heimasíðu.
Nýggir kundar kunnu finna tín handil gjøgnum vørurnar.
Kundarnir kunnu kanna úrvalið, áðrenn teir koma í handilin.
Fólk kunnu hyggja at vørunum, eisini tá handilin er stongdur.
Hetta kann til dømis vera:
Tit nýtast ikki at hava alt klárt. Sig okkum, hvat tit hava, so kanna vit, hvussu tað kann brúkast.
Send okkum tað tilfarið, tit longu hava. Vit kanna, hvat kann brúkast.
Vit skipa vørur, myndir og prísir og seta síðuna upp.
Tit kanna vørur og prísir og góðkenna síðuna, áðrenn hon verður løgd út.
Á tínum vanga kanst tú halda úrvalið dagført og seta teg í samband við okkum.
Dagfør vøruupplýsingar og prísir, og vel, hvørjar vørur skulu vísast.
Spyr okkum beinleiðis á vanganum, tá tú hevur brúk fyri hjálp.
Tíni ynski og afturmeldingar hjálpa okkum at menna vangan til tín arbeiðshátt.
Royndir og loysnir frá samstarvi við aðrar handlar kunnu eisini koma tær til góðar.
Arbeiðið og prísurin
Uppskotið vísir arbeiðið og prísin. Møgulig leypandi gjøld verða lýst fyri seg.
Vit avtala, hvørjar vørur skulu við, hvat skal gerast klárt, og nær tú fært úrslitið at kanna.
Tú kanst sjálvur dagføra vørur og prísir á vanganum. Skulu vit gera tað fyri teg, avtala vit arbeiðið og prísin fyri seg.
Ein egin heimasíða, bílegging og gjalding á netinum ella serligar tillagingar verða avtalað fyri seg.
Vit byrja við einari síðu á Kurv. Tú nýtist ikki at keypa eina egna heimasíðu ella allar eyka møguleikarnar.
Sig okkum, hvørja kassa- ella lagurskipan tit brúka. Vit kanna, um vøruupplýsingarnar kunnu takast úr henni og brúkast til at fáa úrvalið á netið.
Ber tað ikki til, hyggja vit at øðrum møguleikum, til dømis Excel-skjølum, vørulistum ella tilfari frá veitarum.
Bílegging og gjalding kunnu leggjast afturat, bæði á síðuni á Kurv og á eini egnari heimasíðu.
Tað er ein eyka møguleiki. Vit avtala frammanundan, hvat skal gerast, og hvat tað kostar.
Send mær navnið á handlinum og fortel stutt, hvat tit selja. Sig eisini frá, hvat tit longu hava av vøruupplýsingum.
Eg vendi aftur við einum uppskoti og einum prísi. Tú nýtist ikki at hava alt klárt fyri at seta teg í samband við meg.
Fá eitt uppskot og ein prís