
Játtanir Augustinusar
Hemlið
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teimum seinastu árunum av fjórðu øld e.Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd. Inngangur til Játtanir Augustinusar eftir Hans J. Joensen Augustinus telist ikki bara millum størstu andsmenni í fornkirkjuni, men tankar hansara og persónsmenska vóru av slíkum slagi, at hann neyvan átti sín líka innan vesturlendsku katolisismuna. Fram um allar aðrar var tað hann, ið varð lærimeistarin í latínsku kirkjuni, samstundis sum hann fekk avgerandi týdning fyri gudfrøði og kristinlív í miðøldini. Augustinus varð føddur í 354 í Tagaste í Numidia í Norðafrika. Faðir hansara var heidningi, men móðirin, Monica, var íðin katolikkur og gav soninum eina kristna uppaling, sum hann ongantíð gloymdi seinni í lívinum. Longu sum barn var hann katekumenur, og hóast mongu umskiftini í ungdómsárunum kendi hann seg altíð sum kristnan. Við sparsemi og nøgdsemi eydnaðist tað foreldrunum at geva soninum best hugsandi útbúgving sum retor ella talari, og soleiðis skuldi framtíð hansara verið tryggjað. Næmur sum hann var, fullførdi hann lættliga lesturin, og bara nítjan ára gamal fekk hann starv sum lærari í retorikki. Eftir at hava virkað sum lærari í eitt ár í Tagaste, fór hann til Karthago og virkaði har sum professari í tíggju ár. Hann var framúr góður lærari, millum teir allar bestu, og savnaði hóp av næmingum rundan um seg. Men hann vildi longur enn. Í 383 fór hann til Roma, har møguleikarnir vóru enn fleiri, og longu árið eftir varð hann tilnevndur professari í retorikki í Milano. Nú lá leiðin greið til eitt av hægstu størvum í tænastu hjá stjórnini. Augustinus hevði eftir sera stuttari tíð nátt hægstu tindar. Men hóast hann var ovurhonds framsøkin og ærusjúkur, formáddi allur viðgangurin ikki at gera hann nøgdan. Í mong ár hevði hann…











