
Um Veran Og Veru Eftir Thomas Aquinas
Hemlið
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført. Brot úr Um vera og veru Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført. “Vera” man vera tað mest nýtta sagnorðið í málinum. Tað kemur til sjóndar á onkran hátt í teimum flestu útsøgnum. Men hvat merkir tað, at nakað er ? Hvat merkir tað t.d. at De ente et essentia er eitt rit? Hvat slag av veran hevur ein bók, ein ritgerð? Hvat slag av tilveruformi? Er hon í somu merking sum hesin inngangurin, eg nú skrivi, er? Ella tann teldan, eg nú nýti? Ella eg sjálvur? Ella mínir tankar? Um so er, at heimurin er samløgan av øllum lutum, sum eru, finst valla nøkur týdningarmiklari uppgáva fyri hugan enn tann at skilja, hvat ið veran er. Hamlet vildi vera við, at tað var sjálvur spurningurin: “To be or not to be....” Heimspekingarnir hava gjøgnum søguna tikið nógv tvørlig mál upp til umrøðu og roynt at loysa líka mong. Men undir tí mestu av teirri heimspekiligu umhugsanini, frá undan-sokratikarunum til eksistensialistarnar í 20. øld, liggur óivað upplivingin av tilverunnar grundleggjandi loynidómi: undranin um, at heimurin og vit sjálv yvirhøvur eru, og ein trá eftir at skilja hesa veran. Tekstin hjá Thomas Aquinas man í dag helst roynast teimum flestu sum ein rættiliga úrtøkilig prosa, latin í eitt fjarskotið frøðimál. Tann beri og blektaði skolastikkur. Ja, hetta ritið er í roynd og…











