
Barabbas Eftir Per Lagerkvist
Hemlið
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Frásøgnin hjá Pär Lagerkvist um Barabbas er ein av teimum stóru skaldsøgunum í svenskum bókmentum. Hon kom út á fyrsta sinni í 1950 og gjørdi Pär Lagerkvist heimskendan. Hann fekk Nobels heiðursløn í 1951. Brot úr Barabbas Øll vita, hvussu teir hingu har á krossunum, og hvørji ið stóðu savnað rundan um hann, Maria, móðir hansara og Maria úr Magdala, Veronika og Símun úr Kyrenu, sum bar krossin, og Jósef úr Arimateu, hann sum sveipaði hann í línklæðið. Men eitt sindur longri niðri í brekkuni stóð ein maður fyri seg sjálvan og fekk ikki eyguni av honum, sum hekk har uppi og doyði, eygleiddi deyðsstríð hansara frá byrjanini, og til tað var av. Navn hansara var Barabbas. Um hann er henda bókin. Hetta var ein maður um tríati ára aldur, prúður men húðarliturin var gulbleikur, skeggið var reytt á liti, hárið svart. Eygnabrýrnar vóru eisini svartar, eyguni lógu ov djúpt, eins og vildu tey helst krógva seg. Undir øðrum eyganum hevði hann eitt djúpt arr, sum hvarv niður í skeggið. Men hvussu ein menniskja sær út, hevur ikki nógv at týða. Hann hevði gingið aftan á mannamúgvuni gjøgnum gøturnar heilt úr rættarhølunum, men nakað burturfrá, eitt sindur aftan fyri hini, og tá tann útlúgvaði rabbiin hoknaði undir krossinum, var hann steðgaður á og varð standandi eitt bil fyri ikki at koma yvir hagar, krossurin lá, og so høvdu teir tikið handan Símun í staðin og noytt hann at bera hann. Ikki vóru nógvir menn í fjøldini, umframt teir rómversku hermenninar sjálvandi, tað vóru mest kvinnur, ið fylgdu tí deyðadømda og so ein riðil av børnum, sum altíð runnu aftaná, tá ið onkur varð leiddur gjøgnum teirra gøtu fyri at verða krossfestur. Tey tóku tað sum ein stuttleika. Men skjótt møddust tey og fóru aftur at spæla eftir at hava kveitt eftir manninum, sum gekk aftan fyri hini, og sum hevði eitt langt arr niður eftir øðrum kjálkanum. Nú stóð hann her uppi á gálgaheygnum og hugdi eftir hesum manninum, sum hekk á tí mittasta krossinum, og hann fekk ikki eyguni av honum. Satt at siga hevði…











