Kurv.fo
Fedrar Og Synir Eftir Ivan Turgenjev

Fedrar Og Synir Eftir Ivan Turgenjev

Hemlið

FH
Forlagið Hemlið

Seinast kannað: 22. nov

120kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Fedrar og synir eftir Ivan Sergejevitj Turgenjev (1818-83) er ein klassikari í heimsbókmentum. Skaldsøgan lýsir tað russiska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og synirnir umboðaðu tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla lenssamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna. Brot úr Fedrar og Synir Einir fjúrtan dagar vóru gingnir, og lívið á Marjino gekk sína vanligu gongd. Arkádij livdi eitt satt sybaritlív, meðan Basárov arbeiddi. Alt húskið hevði vant seg við hann, við hansara ósketna atburð og hansara stuttorðaðu men fyndugu talu. Serliga Fenitjka var vorðin so væl kend við hann, at hon læt hann vekja eina náttina, tá ið Mitja hevði fingið krampa. Hann kom í stundini, sat hjá henni tveir tímar og prátaði hálvt skemtandi og geispandi og hjálpti barninum. Harafturímóti hataði Pável Petróvitj Basárov av heilum hjarta. Hann helt, at hann var hástórur, frekur, kensluleysur og hartil ... ein plebeiari. Hann hevði varhugan av, at Basárov ikki hevði virðing fyri honum, at hann kanska heldur vanvirdi hann ... hann, Pável Kirsánov! Nikoláj Petróvitj var eitt sindur bangin fyri hesum unga “nihilistinum” og ivaðist í tí gagni, sum hansara ávirkan hevði á Arkádij . Men hann lurtaði fegin eftir honum og var ofta hjástaddur, tá hann gjørdi sínar alisfrøðiligu og evnafrøðiligu royndir. Basárov hevði tikið sjóneyku sína við sær og kundi starvast við henni í tímavís. Sjálvt tænastufólkini vóru farin at dáma hann, hóast hann helt tey fyri gjøldur; tey kendu við sær sjálvum, at hann var ein teirra, og eingin bárin. Dunjásja gnisaði gjarna við honum og sendi honum í duldum talandi eygnaskot hvørja ferð hon – titandi sum ein lítil lynghøna, rann framvið. Sjálvt Pjotr, sum annars var eitt ógvuliga innbilskt og tápuligt fólk, sum altíð gekk illbrýnt um, og hvørs einasta dygd var, at hann var kurteisligur, dugdi at stava og busta frakka sín vandaliga, - sjálvt Pjotr brosaði og læði um alt andlitið, bert Basárov snúði sær til hansara. Og dreingirnir úti í…

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá Forlagið Hemlið

Etikkin

Etikkin

Forlagið Hemlið

348kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Staturin

Staturin

Forlagið Hemlið

348kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Fúrstin

Fúrstin

Forlagið Hemlið

198kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Retorikkur

Retorikkur

Forlagið Hemlið

248kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov

Lógirnar

Lógirnar

Forlagið Hemlið

380kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 22. nov