
Airwell Tdf 190
Seinast kannað: 23. sep
Airwell TDF – 190 litrar Heittvatnstangar verða brúktir til at hita brúksvatnið í húsunum og harvið veita familjuni heitt vatn. Vatnið í tanganum verður hita umvegis eitt keramiskt hitalikam og verður vatnið síðani leitt út í kranar, brúsur, hvítvørutól og líknandi. Heittvatnstangar kunnu bæði brúkast í eini størri uppsetan saman við eini sentralhitaskipan, men kunnu eisini brúkast sum ein sjálvstøðug eind har hitin í húsinum til dømis kemur frá eini luft til luft hitapumpu og brúksvatnið frá einum heittvatnstanga. Airwell TDF 300 er ein termodynamiskur heittvatnstangi ið kann hita og halda brúksvatnið heitt. Mótsatt øðrum tangum (eitt nú teimum frá Metro Therm ið finnast her á síðuni), hita Airwell TDF tangin umvegis eina luft til vatn hitaskipan. Hetta merkir at tangin tekur luft inn, brúkar orkuna ið er í luftina til at hita vatnið og blæsur køldu luftina út aftur. Hetta merkir at hesin tangin arbeiðir júst sum ein hitapumpa og er tí sera orkusparandi. Hesin tangin brúkar áleið ein triðing av streymnýtsluni sammet við aðrar traditionellar tangar í somu stødd. Hesin tangin hevur eina netto-rúmd áljóðandi 176 litrar ið merkir at hann hóskar seg væl til forbrúk hjá 4-5 fólkum. Hitalikam og termostatur Airwell heittvatnstangin er útjørdur við einum stórum LCD skermi, har tað ber til at stýra eindini frá. Eindin koyrir einafer um vikuna eina sjálvvirkandi “anti-legionella-reinsifunktion”. Haravtrat hevur pumpan fleiri verjufunktiónir so sum trystventil og kondensator uttanfyri sjálvan tangan. Hetta fyri at verja ímóti óynsktum bakterium í vatninum. Hesin tangin hevur ein innbygdan temostat ið ger tað møguligt at instilla hvussu heitt vatnið skal verða. Frá áleið 5 til 70 gradir. Tangin er útgjørdur við einum hitalikami á 3 kW/400 V sum kann setast beinleiðis til 230 V. Ein All in One kompaktur vatnhitari ið er skjótur og lættur at seta upp. Airwell TDF 190 heittvatnstangin er ein góð loysn til størri familjur, sethús, bilhús og líknandi. Heittvatnstangin krevur ikki…
