
Airwell Hdla 50
Seinast kannað: 23. sep
Airwell HDLA 50 2022 Ert tú í iva um hvør hitaskipan er tann rætta til tín tørv? Ein luft-til-luft skipan er væl egna sum høðvushitaskipan í smærri búeindum ella sum supplerandi hitaskipan í størri búeindum. Ein luft-luft skipan hevur ein útipart og ein innipart. Skipanin virkar á tann hátt, at hon umvegis útipartin gagnýtir ta nátúrligu orkuna, sum er í luftini. Hendan orkan verður gagnýtt soleiðis, at hon hitar eina kølivesku inni í skipanini, sum umvegis ein kompressara, leiðir luftina inn og hitar rúmiđ. Airwell HDLA 50 er partur av 2022 røðini frá Airwell. HDLA-røðin er góð góðska frá Airwell innan luft-til-luft skipanir. Tó hevur HKD-røðin ikki líka nógvar eginleikar sum HDH-røðin. Sí meira um eginleikar niðast á hesi síðuni. Hendan skipanin hevur eitt SCOP virið á heili 4 ið merkir at fyri hvørt kilo Watt (kW) hitapumpan brúkar, gevir hon 4 kW av hita. Hitapumpan hevur ein hitakapasitet áljóðandi 5,29 kW. Hettar merkir at pumpan er væl egna til búeindir upp til áleið 150 m2. Hon er tí sera væl hóskandi til summarhús, smáttur, garasjur, neyst ella sum eyka hitakelda til verandi orkuskipan. Orkuflokkur (H/K): A+/A++ Ljóðstig: 25 db WIFI: Nei Fjarstýring: Ja Kølievni: R32 Virkislag: Hitapumpan arbeiðir væl ímillum -20° og +30° Filtur: Einkultfiltur skipan við luft filtri Eginleikar Golden fin viðgerð ímóti tæring Sjálvreinsandi hitavekslara Stýrir neyvt hitaviðurskifti Sovi-standur Finnur sjálv møguligar lekar Timara Minnist stillingar um streymslit verður Fjarstýringslás Vísir feilkodu á inniparti um tað tekur fyri Sjálvbreksforrit Dren slanga kann setast bæði høgrumegin og vinstrumegin Bert hita standur Vøran er á goymslu hjá veitara. Veitingartíð er 7-14 arbeiðsdagar. Hitapumpan skal setast upp av góðkendum uppsetara. Annars fellur garanti’ið burtur. Heinta datablað Fylgjandi er íroknað eini standard uppsetan av luft-til-luft hitapumpum: El-arbeiði við tilfari (Streymforsýning frá nærmastu streymkeldu til hitapumpu og uttan grønan málara). Arbeiði av…
