Kurv.fo
Hitapumpuhús Úr Stáli V/ Lúku – Svart

Hitapumpuhús Úr Stáli V/ Lúku – Svart

CL
Climashop

Seinast kannað: 22. nov

3.995kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Hitapumpuhús úr stáli Hús til at verja hitapumpuna fyri veður og vindi. Húsið er svart og er úr elektrogalvaniseraðum og pulvurlakkeraðum stálplátum. Føroyska veðurlagið kann verða harðlynt og vit hava atlantarhavið allanvegin rundan um okkum. Sostatt inniheldur føroyska luftin eisini lutfalsliga nógv salt ið ikki er gott fyri stáli á hitapumpuni. Fyri at verja hitapumpuna ímóti føroyska veðurlagnum og ímóti at rusta, er tað ein góð hugsan at verja útipartin av hitapumpuni við einum av hesum húsunum. Soleiðis kanst tú eisini gera livitíðina longri og spara uppá umvælingarnar ið kunnu standast av veðurlagnum. Avstandsstykkir fylgja við, soleiðis at hitapumpuhúsið kann setast fast. Antin 2,5 ella 5 cm frá vegginum. Invendig mát: Hædd = 73 – 85 cm Breidd = 95 cm Dýbd = 46 cm

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá Climashop