
Airwell Hdmb 70
Seinast kannað: 23. sep
Airwell HDMB 2022 Ert tú í iva um hvør hitaskipan er tann rætta til tín tørv? Ein luft-til-luft skipan er væl egna sum høðvushitaskipan í smærri búeindum ella sum supplerandi hitaskipan í størri búeindum. Ein luft-luft skipan hevur ein útipart og ein innipart. Skipanin virkar á tann hátt, at hon umvegis útipartin gagnýtir ta nátúrligu orkuna, sum er í luftini. Hendan orkan verður gagnýtt soleiðis, at hon hitar eina kølivesku inni í skipanini, sum umvegis ein kompressara, leiðir luftina inn og hitar rúmiđ. Airwell HDMB 2022 er partur av nýggjastu røðini frá Airwell og er HDMB-røðin tað besta av tí besta frá Airwell innan luft-til-luft skipanir. Millum annað hevur hitapumpan Optimal diffusion sum ger at skipanin er nærum ljóðleys (20db). Haravtrat er HDMB-røðin eyka mótstøðufør við síni Golden-fin teknologi. Skipanin hevur eitt SCOP virið á heili 4 ið merkir at fyri hvørt kilo Watt (kW) hitapumpan brúkar, gevir hon 4 kW av hita. Hitapumpan hevur ein hitakapasitet áljóðandi 7,23 kW. Hettar merkir at pumpan er væl egna til búeindir upp til áleið 190 m2. Hon er tí sera væl hóskandi til sethús, størri summarhús ella sum eyka hitakelda til verandi orkuskipan í eini størri búeind. Innieindin kann fáast í fleiri farvum. Sí meira her WIFI Orkuskipanin er útgjørd við nýggjastu WIFI-tøkni ið ger tað lætt hjá tykkum at stýra hitalagnum frá eini app á telefonini. Hettar merkir at um pumpan til dømis er uppsett í summarhúsi ber til at gera húsi heitt og fjálgt áðrenn tit koma fram. Orkuflokkur (H/K): A+/A++ Ljóðstig: 26 db WIFI: Ja Fjarstýring: Ja Kølievni: R32 Virkislag: Hitapumpan arbeiðir væl ímillum -15° og +30° Filtur: Fleirfiltur skipan við bæði luft filtri og nanophotocatalytic filtri Eginleikar Orkusparandi DC Inverter tøkni 4D luftsteym Golden fin viðgerð ímóti tæring Sjálvreinsandi hitavekslara Stýrir neyvt hitaviðurskifti Sovi-standur Stilli-standur Finnur sjálv møguligar lekar Timara Minnist stillingar um streymslit verður Fjarstýringslás Vísir feilkodu á inniparti um…
