Fast Krem (Lotion Bar)
BJBjarnastova

Fast Krem (Lotion Bar)

69kr

Seinast kannað: 7. sep

Hetta er eitt krempetti, sum riggar akkurát sum flotandi krem (bodylotion). Av tí at hetta kremið ikki inniheldur vatn, noyðist ikki at lata konserveringsevni i. Tú fært tí eitt 100% natúrligt krem, uttan skaðilig evni. Nýtsla: Gnýggja pettið millum lógvarnar og massera inn í húðina við varligum, rundum rørslum. Ella smyr á lætt vætaða húð, aftaná tú hevur verið í bað. Goym turt og ikki ov heitt - helst ikki í beinleiðis sólarljósi. Tilfar: Sheasmør Mangosmør Mandluolja Jojobaolja Rósuberjaolja Bývoks E-vitminolja Angi: Bergamot og lavendul Framleitt av Bjarnastovu í Leynum.