
Kokus
Seinast kannað: 7. sep
Lyklaorð: Ein hørð sápa, sum riggar væl í heldur vátligum umhvøri, til dømis í brúsuni. 100% natúrligt tilfar! Tað er ikki meira enn rímiligt at rópa hana Kokus, tí hon inniheldur nóóógv kokusolju og eisini kokusmjólk. Annars inniheldur hon og kaffigrugg og føroysk brenninota (tað gevur eitt sindur av skrubb). Sápan er gjørd soleiðis, at hon vaskar eyka væl, men uttan at torna húðina. Ein hørð sápa við nógvum, kremutum skúmi. Krossa av um tú vilt hava sápu við snóri i. Tilfar: Kokusolja Ricinusolja Sheasmør Kokusmjólk Litir: Indigo plantulit, føroysk brenninota, kaffigrugg Angi: Eteriskar oljur av lavendli og leim Framleitt av Bjarnastovu í Leynum. Evnislýsing til fólk við ovurviðkvæmi: Limonen, citral, linalool og geraniol MINST TIL: Heimagjørd sápa má liggja turt, t.d. í sápuskál við dreni, ella á einari turra sápumottu. Eg geri vart við, at sápan í útsjónd kann víkja frá myndin. Allar sápur eru hondgjørdar og tí ongantíð líka.
