
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Ronja Ránsmansdóttir
228kr
Seinast kannað: 23. sep
Ta náttina, tá ið Ronja varð fødd, gekk toran í fjøllunum. Ja, tað var ein sonn torunátt, so øll smákykt, sum hildu til í Mattasarskógi, hjartkipt krupu saman í holum og hellum; bara tær grimu villvættrarnar vistu sær einki betri veður enn toruveður, og tær flugu við róp og gang um ránsmannaborgina á Mattasarfjallinum. Stóri bardagin byrjar longu, tá Ronja er lítil. Tað verður eisini ein bardagi um fríð og rættvísi, ein bardagi, sum hon og ránsmanssonurin Birk hava saman.
