
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Harry Potter 6. Hálvblóðsprinsurin
130kr
Seinast kannað: 23. sep
Hóast hásummar er, liggur slavtoka, ið als ikki hoyrirárstíðini til, og bilgist móti vindeygunum. Fjáltur er á Harry Potter, nú hann sit í kamari sínum hjá Dursley fólkunum í Privetgøtu og bíðar eftir, at sjálvur Dumbledore professari skal koma á vitjan. Eina tað seinastu ferðina, hann sá skúlastjóran, var hann í harðari orrustu við Lord Voldemort, og Harry hevur ilt við at trúgva, at Dumbledore professariveruliga ætlar at koma á vitjan hjá Dursley fólkunum. Hví kemur professarin nú at vitja hann? Hvat er tað, sum ikki kann bíða, til Harry kemur aftur á Hogwarts um nakrar fáar vikur? Sætta árið hjá Harry Potter hevur longu fingið eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum…
