Kurv.fo
Nýtíðarleikir 1

Nýtíðarleikir 1

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

188kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Leikbólkurin TVAZZ hevur framført allar leikirnar í tíðarbilinum frá 2006-2009. Allir leikir vórðu framførdir fyri útseldum húsum, gravgangur var eftir plássum og allir leikirnir elvdu til kjak, annaðhvørt undran, virðing, andstygt ella eini boð um, at hol var brotið ígjøgnum onkran múr. Allir leikir grava djúpt inn í mannasinnið, hvør við sínum serstaka sniði, onkur skemtiliga og speiskliga, annar sum kamarspæl millum tvey og uppaftur ein sum dramayrking, eitt epos inn í sálarinnar myrkur. Tvídrátturin hjá okkum, sum fáast við leiklist, er, at leikurin livir bert í løtuni, í myrkrinum, har søgan fer fram beint framman fyri okkum her og nú, har alt kann henda, himmal og helviti og so er liðugt. „ … and the rest is silence.“ Løtan kann ikki endurspælast ella goymast. Hon livir bert í minninum og hjartanum á áskoðaranum – tað merkir: um vit eru heppin, og tað eydnast. Køksdrotningarnar – tríggjar skrindur skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munninum, tríggjar kvinnur, sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar. Fundamentalisturin – ein leikur um trúgv – og vón og kærleika. Leikhøvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku leikritavirðislønina í 2008 við Fundamentalistinum. 4:48 Psykosa – ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl. Er lívið vert at liva? Yvirskotið av hesi sølu fer óskert til Fountain House Føroyar – Rasmus Rasmussen til minnis. Sprotin 2013, 254 síður.

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Trælanípan

Trælanípan

H.N. Jacobsens Bókahandil

348kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Swallows

Swallows

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Huldugávan

Huldugávan

H.N. Jacobsens Bókahandil

165kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Føroyskar Sagnir

Føroyskar Sagnir

H.N. Jacobsens Bókahandil

498kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Demon Copperhead

Demon Copperhead

H.N. Jacobsens Bókahandil

125kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Bráðnar

Bráðnar

H.N. Jacobsens Bókahandil

398kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Vit Ið Vita

Vit Ið Vita

H.N. Jacobsens Bókahandil

200kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov