Kurv.fo
Ástarsøga Við Líknilsum

Ástarsøga Við Líknilsum

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

198kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Per Olov Enquist vaks upp í Västerbotten, langt inni í endaleysum skógi, í lítlari bygd saman við mammu síni, sum tíðliga sat einkja. Mamman, sum var lærari, var ógvuliga gud­røkin og virkin í samkomuni Evangeliska fosterlandsstiftelsen. Enquist fer aftur til hesar røturnar, barn­dómin, uppvøksturin í strongum átrúnaði, og hvussu alt hetta hevur ávirkað hansara lív. Gula samkomuhúsið stendur har enn. Sálmabøkurnar og Jesus-myndirnar á bróstunum. Í lítlu bygdin Sjön. Hvørjir lyklar eru í Sjön inn til skaldskap hansara? Tann strangi og avmarkandi átrúnaðurin, sum óttast lívið og fær syndaskránna at bólgna í gerandisdegnum. Áskoð­­anin á kærleika, kynslív, alkohol og tey ógudiligu. Átrúnaðarliga ótolsemið. Avskeplaða kenslulívið, sum stendar at bresta. Ein­semið. Skógurin. Karga landslagið. Alt hetta finnur sær ræsur inn í skald­skapin. Í bókini eru níggju líknilsi. Mátturin í bíb­­ilsku myndburðunum, sum hava verið prentaðir inn í dreingin. Líknilsini, sum eru tann einasti syndafríi skaldskapurin, viðgera hvør sítt evni í høvundsins lívi. Her eru eis­ini brot úr lívi hansara, sum hann lovaði ongantíð fóru at vera søgd. M.a. søgan um ta fimmtiára gomlu konuna, sum ein heitan juni­dag í 1949 tøldi hann og fekk hann – sum tá var 15 ára gamal – at nøkta seg kynsliga á einum køksgólvi – einum kvistfríum furugólvi. Lýst eymliga og fær hann at koma til niðurstøðuna: Hetta er tann sanna kraftin, tað sanna lívið, sum lítla samfelagið við trúnni hevur lagt í spenni­troyggju. Sprotin 2014, 221 síður.

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Varðin 93 2026

Varðin 93 2026

H.N. Jacobsens Bókahandil

360kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Valdemarsro Jul

Valdemarsro Jul

H.N. Jacobsens Bókahandil

298kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ude For Uden

Ude For Uden

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Tyveri

Tyveri

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

The Dispossessed

The Dispossessed

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Storm På Vej

Storm På Vej

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ruth & Pen

Ruth & Pen

H.N. Jacobsens Bókahandil

233kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov