
Hin Føroyski Róðrarbáturin
Seinast kannað: 23. sep
Bókin er um gamalt føroyskt bátasmíð og lívið kring bátarnar í Føroyum í tíðini fram til umleið 1930. Bygt verður á søguligt heimildartilfar og frásagnir frá fólki, ið kendu róðrarbátatíðina av egnum royndum og róðrarbátarnar í dagligum yrki. Framløgan er skipað í tríggjar partar. Í fyrsta partinum verður báturin lýstur, bæði sum smíð og hugsjón, og tann byggitøkniliga siðvenjan í sambandi við hann verður kannað. Endamálið við hesum er at skjalfesta framferðarhátt í siðbundnum føroyskum bátasmíði í høvuðsheitum og yvirskipaðu søgu tess. Í ørðum parti er endamálið at kanna tann samfelagsliga tørvin, ið báturin nøktaði. Fyrst verður tað gerandisliga brúkið av bátinum lýst, og síðani verður hann kannaður á samfelagsligum høpi í mun til spurningin um bóndasamfelag í nýtíðargerð. Í triðja parti verður 34 gamlir róðrarbátar lýstir við tølum og tekningum.
