Emil Í Lønnibergi
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Emil Í Lønnibergi

228kr

Seinast kannað: 23. sep

Í Lønniberg búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá hann ikki græt. Hann hevði stór blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil. ,,Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin dronguri,” segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil. ,, Og um hann eingi skálkabrøgd ger, so hendir altíð so nógv kortini, har hann er. Aldri havi eg sæð ein sovorðnan drong.”