Kurv.fo
Sálareyga

Sálareyga

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

398kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

SÁLAREYGA er bókin um 40 ára søguna hjá Sinnisbata. Um felagið, sum síðan stovnanina í 1982 hevur arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum. Longu sjey ár eftir stovnanina, í 1989, hevði felagið keypt tvey hús, sum síðan hava verið nýtt sum bústovnar til sinnisveik. Av fremstu málunum hjá felagnum hevur alla tíðina verið at kunna um sálarsjúkur og viðurskifti, sum hava við sálarsjúkur at gera. Heilt frá byrjanini vórðu fyrilestrar um sálarsjúku hildnir ymsastaðni í Føroyum. Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku. Amboðini hava verið mong, millum annað nógvu fyrilestrarnir, altjóða sálarheilsudagurin og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum. Í bókini verður hugt aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant. Fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Í 1969 læt Statshospitalið upp fyri sjúklingum. Vit hava samrøður við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin. SÁLAREYGA, sum m.a. merkir sálarligur sansur og andligt gløggskygni, er partur av sálarsjúkusøguni í Føroyum.

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Varðin 93 2026

Varðin 93 2026

H.N. Jacobsens Bókahandil

360kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Valdemarsro Jul

Valdemarsro Jul

H.N. Jacobsens Bókahandil

298kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ude For Uden

Ude For Uden

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Tyveri

Tyveri

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

The Dispossessed

The Dispossessed

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Storm På Vej

Storm På Vej

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ruth & Pen

Ruth & Pen

H.N. Jacobsens Bókahandil

233kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov