
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Tænandi Kvinnur – Søgan Um Sjómanskvinnuringarnar
345kr
Seinast kannað: 23. sep
Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðan 1928 og eru tað enn. Hetta eru kvinnur, sum ikki hava rópt hart, ikki sett ljóskastaran á seg sjálvar, men sum í tí stilla hava tænt Gud og sjófólkinum og mangan havt meiri “kraft enn orð”. Myndir eru av fleiri enn 1000 kvinnum. Les um kvinnur: sum síðan 1948 hava gjørt fleiri tíggjutúsundtals jólapakkar til sjófólkið. sum hava stuðlað arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini við milliónavís av krónum. sum hava arbeitt fyri sjómansheimum í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Onglandi. sum hava verið virknar í staðbundna kirkju- og missiónarbeiðinum. sum savnað pening inn til eftirstandi, tá 22 mans sjólótust við Stella Argus.
