Stjørnusjeikur
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Stjørnusjeikur

249kr

Seinast kannað: 23. sep

Tey hava bíðað við tí besta til síðst. Eingin ivi. Hinir luttakararnir úr Noregi eru longu presenteraðir, men nú kemur „Dreymadrongurin hjá øllum Noregi” sendandi inn frá síðuni, og eg fái púrasta andaneyð av tankanum um, hvussu øll hini hundrað túsundatals fólkini, sum sita og hyggja at honum beint nú, halda, at hann sær út. Tí hann sær ótrúliga gott út. Hann er sólbrúnur og hevur langan frunt, júst sum á plakatunum, og er í eini kritahvítari blusu og kovboyjakka. Filmstólið sumar inn á hann, líkasum í slow motion inn á adlitið, til tað at enda fyllir allan skýggjan, og hann hyggur beint inn í filmstólið við einum stórum smíli. Mítt hjarta steðgar.