
Hjarta Mansins
Seinast kannað: 23. sep
Í himmal og helviti tóku sjógvurin og illveðrið besta vinin frá dreinginum. Í Harmi einglanna eru drongurin postmaðurin staddir í kavaroki millum bygdir – uppi á fjøllunum, har teir møta deyðanum. Í Hjarta mansins, sum er triðja og seinasta bókin í tríverkinum um DREINGIN eftir Jón Kalman Stefánsson, býr drongurin heima hjá Geirtruð, eini stívrendari og treiskari kvinnu, ið má berjast fyri sjálvræði ímóti keypmonnunum í bygdini og øðrum máttmiklum monnum. Í bygdini snýr alt seg framvegis um fiskiskap, men eisini her ger tann nýggja tíðin vart við seg, telefonin kemur í bygdina, nýggj skip og nýggj hugskot. Hjarta mansins er ein bók um kærleika og frælsi. ,,Hann misti tvær tær og ein fingur, men fekk eina konu,” stendur einastaðni í bókini. Hat vil tað siga at elska og verða forelskaður, spyr drongurin. Og hvat skalt tú í veruleikanum velja?
