Libido
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Libido

200kr

Seinast kannað: 23. sep

“Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu,” skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið “Libido” eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972 á egna forlagið høvundans, Semper Ardens. Handan forlagið og handan navnið HOT fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen. 28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa. – Libido var – og er framvegis – tað mest sermerkta og “øðrvísi” yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga “underground”- og kult-yrkingasavn. Sumt í savninum kann kanska sigast vera “barn av síni tíð”, men barnið er kompromisleyst, og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina. Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum, og hevur verið útseld í gott 50 ár. Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti. Tað er við eftirorði eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara. Libido, 2. útgáva, er prentað í 200 eintøkum.