
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Bjargað Á Opnum Havi
348kr
Seinast kannað: 23. sep
Tá ið Saigon fall í apríl 1975, rýmdi eitt vjetnamskt strandfarmaskip frá kommunistunum við 3.628 fólkum umborð. Tríggjar dagar seinni kom skipið í havsneyð og sendi út neyðarkall. Anton Olsen, skipari, og manningin á farmaskipinum Claru Mærsk hoyrdu signalið, og farið varð undir eina ótrúliga bjarging. Nú siga metsøluhøvundarnir Jesper Clemmensen og Ole Sønnichsen dramatisku og sonnu søguna um eina av heimsins størstu bjargingum á sjónum. Bjargingin varð um somu leið ein partur av ógvisliga endanum á Vjetnamkrígnum. Bjargað á opnum havi er skakandi frásøgn um ógvisligar tvístøður og grimd í kríggi, men eisini um vón og næstakærleika.
