Ellivu Nr. 17
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Ellivu Nr. 17

119kr

Seinast kannað: 23. sep

Á forsíðuni er Jóannes Bjartalíð. Fimm ár eftir, at hann var á fyrstu forsíðuni hjá Ellivu. Tá var hann bundin av alkoholi. Eitt hálvt ár seinni fór hann á Velbastað til avvenjingar. Í samrøðu við Ellivu greiðir hann frá lívinum áðrenn og aftan á Velbastað. Størsta byrðan var at sleppa skommini og biðja um hjálp. Í blaðnum kanst tú eisini lesa um at Føroyar endaðu aftast í trílandakapping. Suni Merkistein greiðir frá í greinini “Útpurring eftir botnfall”. Tú kanst eisini lesa um fótbóltsis handilsmenn. Tað eru umboðsmenn, sum leita eftir spælarum í Føroyum. Eisini er eftirmeting av kappingarárinum og eitt brot úr nýggju bókini um Toda Jónsson. Árni Nóa Atlason og Kára Sigurðsson eru ungu spælararnir at hava eyguni eftir, Eli Hentze skrivar klummu, Gunnar Nielsen velur sínar bestu 11, og so fortelur Pól F. Joensen um sína eina landsdyst.