Kurv.fo
Illgruni

Illgruni

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

298kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Henda øldin er og hevur á so mangan hátt verið ein uppgerðartíð, eitt tíðarskeið, har tú í heilum fært eina kenslu av at missa yvirlit og tamarhald og mást ásanna, at yvirhøvur einki er tann sjálvsagdi lutur, tú helt tað vera – heldur ikki friður við sátt og semju, sum seinastu mongu árini hevur rátt í okkara priviligeraða parti av heiminum. Í yrkingini Onkran morgun hjá Jóanesi Nielsen í yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum frá byrjanini av øldini (2003) verður staðfest, at alt, sum er fast, loysnar, og henda orðing rakar við eitt tíðarskeið á tremur av nýggjum møguleikum, men sum eisini í stóran mun hevur verið merkt av hóttanum og brotasjógvum, ið á ymiskan hátt fluttu okkum í mátanum at liva og hugsa – eisini listaliga. Ein tílík dynamisk broytingarstøða, sum í dag – nú alt flytur seg – loysnar, og gamlir autoritetir støðugt verða bjóðaðir av, er neyvan haldbesta støðið undir einari listasøgubók – í øllum førum ikki, um talan var um tað gamla slagið av eini kanoniserandi listasøgu, har ein hópur av listafólkum og -rákum verða lýst og viðgjørd í tíðarrøð við miklum víðskygni og við einum at síggja til greiðum yvirliti við hierarkii, og hvar hvør hoyrir til. Hetta tykist meira ella minni vónleyst, tá sjálvt undirstøðið rillar og hevur gjørt tað alla øldina, so at gamlar skipanir missa ræði og autoritet – eisini sjálvur yrkisbókamiðilin við sínum annars naglfasta og permanenta líki. Soleiðis má tað vera, tá alt flytur seg so mikið skjótt, at leksikon og tílíkar handbøkur gerast ótíðarhóskandi longu áðrenn, tey eru liðugt prentað. Lagt verður fyri við eini langari ritroynd um samfelagsligar og mentanarligar hendingar, sum eyðmerkja 21. øld úti og heima. Harnæst verður greitt frá listaligum slóðbrótarum – eldri sum yngri – hvørs árin merkjast langt inn í okkara tíð og um listalig frambrot, sum javnt og samt føra okkum fram á leið. Síðan er ein drúgv viðgerð av listini hjá yvir hálvtrýss listafólkum og at enda ein eftirskrift, har tikið verður saman um rák og…

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Varðin 93 2026

Varðin 93 2026

H.N. Jacobsens Bókahandil

360kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Valdemarsro Jul

Valdemarsro Jul

H.N. Jacobsens Bókahandil

298kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ude For Uden

Ude For Uden

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Tyveri

Tyveri

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

The Dispossessed

The Dispossessed

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Storm På Vej

Storm På Vej

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ruth & Pen

Ruth & Pen

H.N. Jacobsens Bókahandil

233kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov