
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Ættarsøga Ii Ætt Mín Í Fuglafirði Og Brot Úr Undurminningum
300kr
Seinast kannað: 23. sep
Henda bókin er seinni partur av søguni um ættina hjá steinbjørn. Fyrra bókin, Ættarsøga I – frágrieðingar frá Binu í Lambanum o.ø., kom út í 2022. Hetta er søgan um faðirætt høvundans umframt hansara egnu endurminningar. Í fyrru helvt av bókini greinar Steinbjørn faðirættina, samantvinnað við frásagnum um týðandi hendingar, sum ávirkaðu lívið hjá forfedrum hansara. Seinna helvt av bókini lýsir lív rithøvundans saman við forfedrum og systkjum. Av forvitnisligum frásagnum, sum eru í bókini, kunnu nevnast hendingin tá abbabeiggin hjá Steinbjørn hvarv í Klaksvík jólaaftan 1954, og hendingin tá ið Steinbjørn fekk lívshættisligt skallabrot um somu tíð, sum flúgvarin datt niður í Mykinesi í 1970.
