Frí
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Frí

299kr

Seinast kannað: 23. sep

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi. Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir. Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni. Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.