
Hvussu Eitur Tú?
Seinast kannað: 23. sep
Samanberandi gransking í fólkanøvnum og navnagávu á Ytru Hebridunum og í Føroyum í 1970-árunum Susanne Barding gevur okkum eitt hugfangandi innlit í fólkanavnagávu í tveimum smáum oyggjasamfeløgum – í Berneray á Ytru Hebridunum og Syðrugøtu. Hon hevur makaleysan kunnleika at fara undir hetta arbeiðið. Hon er fólkalívsfrøðingur og hevur búð leingi í hesum báðum samfeløgum, sum bæði hava týðiliga tvímálsliga mentan. Susanne rekir seg fram á fleiri kjarnamunir, men eisini nógv eyðsýnd javndømi, tá ið hon tosar um, hvussu fornøvn, eftirnøvn, tilvísingarnøvn, eyknevni og bústaðarnøvn eru sett saman, og eisini, hvussu broytingar millum ár og dag í støðuni hjá gæliskum/enskum og føroyskum/donskum hava ávirkað navnagávuna. Hvat, ið býr í einum navni, kann vera einfaldur spurningur, men svarið er alt annað enn einfalt.
