Kurv.fo
Íslendskir Kongar

Íslendskir Kongar

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

348kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Knudsenættin hevur búð í Tangavík í meira enn tvær øldir, og sjálvandi búði hon víða um í landinum, og summi búðu uttanlands. Í Tangavík hava teir bygt sildar­verksmiðjur, vøruhús og handilshús, teir hava sitið í býráðum og býarstýrum, átt fiskastykki, mjølverksmiðjur, motorbátar, trolarar og frystihús, og teir hava stjórnað hornorkestrum, manskórum og kvinnu­feløgum. Knudsenættin hevur havt sína stór­veldistíð og er farin av knóranum. Hon er bæði horvin og komin afturíaftur, soleiðis sum tað plagar at ganga við konga­ættum, hon hevur verið bæði ómetaliga nógv avhildin og eisini illa dámd og alt har ímillum. Í knudsenættini hava verið flogvit og høvdingar, bloytur og ótangar. Hálvbýtt bygdarfrell og løgnir fiskar hava rikist inn í ættina, og summir vórðu borgarstjórar, og aðrir endaðu enntá á tingi. Knudsenmenninir hava verið ráðharrar, lærarar, flogskiparar, tænarar, brotsmenn, sakførarar, ja, enntá alt í sama persóni. Konur av knudsenættini hava verið húsfrýr, flogtern­ur, og tær hava starvast við list og leir. Tær hava ­arbeitt nógv í vælgerðararbeiði og mentan, í frystihúsum og í fiski, á fiskastykkj­um og við flutningsbond, á býráðsskrivstovum, ­hotellum, matstovum, í skúlum og bankum. Einar Már Guðmundsson hevur skrivað eina á mangan hátt stuttliga og áhugaverda skaldsøgu, har hann skoðar íslendingar og íslendska samfelagið innanífrá.

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Varðin 93 2026

Varðin 93 2026

H.N. Jacobsens Bókahandil

360kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Valdemarsro Jul

Valdemarsro Jul

H.N. Jacobsens Bókahandil

298kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ude For Uden

Ude For Uden

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Tyveri

Tyveri

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

The Dispossessed

The Dispossessed

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Storm På Vej

Storm På Vej

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ruth & Pen

Ruth & Pen

H.N. Jacobsens Bókahandil

233kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov