
HJH.N. Jacobsens Bókahandil
Heimsins Fyrstu Ítróttarstjørnur
160kr
Seinast kannað: 23. sep
Boksarin, sum noktaði at sláa. Listskoytarennarin, sum var við i olympisku leikunum bara ellivu ára gomul. Fótbóltsliðið, sum óttaðist síni egnu viðhaldsfólk. Tað er summar av fyrstu ítróttastjørnum í heiminum. At íðka ítrótt er ikki nýtt. Í fleiri túsund ár hava fólk kappast ímóti hvørjum øðrum á íttróttavøllum. Líka so leingi hava ítróttarstjørnur verið til. Tað hevur fingið viðhaldsfólk at finna saman á áskoðaraplássum, at heiðra ítróttastjørnurnar og geva ilt av sær, tá ið tað ikki gongur eftir vild. Fleiri ítróttarstjørnur eru gloymdar. Aðrar minnast vit leingi. Í hesi bókini kanst tú lesa um tíggju tær fyrstu og størstu stjørnurnar og ítróttin, sum tey íðkaðu.
