Kurv.fo
Gloym Meg

Gloym Meg

HJ
H.N. Jacobsens Bókahandil

Seinast kannað: 25. nov

298kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Hetta er tekstur, ið kensluliga nemur ógviliga djúpt, um hvussu sárbær børn eru. Tað er ein sorg og vónloysi í lítla dronginum, sum eingin kann verja seg fyri. Tá ið hann lýsir neyvt, hvussu hann eygleiddi mammu sína, tá ið hon ikki var, sum hon átti at vera. Allar fløskurnar, at hon legðist upp í song, óttin fyri, hvat kundi henda henni og øll ábyrgdin av at verja hana fyri annara eygum. Eingin skuldi fáa at vita… Og so sorgin og ørkymlanin um, at alt ikki var í lagi í familjuni. Har var eingin at spyrja ella fáa stuðul frá. Bara einsemi. Og móðurloysi. Mamman, sum hann var so góður við, var ikki har longur, og honum longdist eftir henni. Og honum longdist eftir einum sindri av eymleika frá øðrum. Árini ganga og støðan bæði versnar og batnar. Ein syrgilig ættarsøga er avdúkað við kulda, tøgn og fjarstøðu. Alex sigur seg skriva fyri at endurskapa barndómin. Fyri at sættast við tann, hann veruliga hevði og at minnast tann, honum longdist eftir, tey fyrstu árini, tá ið mammufavnurin enn var opin. Tann, sum kápumyndin vísir, ein mynd av mammuni og Alex sum hann fann, tá ið hann seinni ruddaði eftir hana. Heitið “Gloym meg” vísir til orðini hjá mammuni, tá ið hon ikki vildi viðurkenna, hvaðna minni tosa um, sína alkoholismu. So ræðuliga syrgiligt!

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá H.N. Jacobsens Bókahandil

Varðin 93 2026

Varðin 93 2026

H.N. Jacobsens Bókahandil

360kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Valdemarsro Jul

Valdemarsro Jul

H.N. Jacobsens Bókahandil

298kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ude For Uden

Ude For Uden

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Tyveri

Tyveri

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

The Dispossessed

The Dispossessed

H.N. Jacobsens Bókahandil

135kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Storm På Vej

Storm På Vej

H.N. Jacobsens Bókahandil

280kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov

Ruth & Pen

Ruth & Pen

H.N. Jacobsens Bókahandil

233kr

 

Sí vøru ↗

Seinast kannað: 25. nov