Átjan Oyggjar Dagbók Frá Føroyaferð 1965
HJH.N. Jacobsens Bókahandil

Átjan Oyggjar Dagbók Frá Føroyaferð 1965

248kr

Seinast kannað: 23. sep

Fyri seksti árum síðan var íslendska skaldið og rit­høvundurin, Hannes Pétursson, á vitjan í Føroyum. Høvuðsørindini vóru uttan iva onnur enn at skriva eina sakleysa dagbók úr eini Føroyaferð summ arið 1965. Úrslitið er ein framúr lýsing av Føroyum, føroying­um og føroyskum viðurskiftum um hetta mundið miðskeiðis í seinastu øld, sæð við gestsins gløgga eyga. Samanberingar hansara við íslendsk viður­skifti eru viðkomandi og áhugaverdar. Hóast rithøvundurin er komin væl til árs, føddur 1931, gav hann á heysti 2024 eina nýggja og for­vitnisliga bók út um skaldskapin hjá Hallgrími Péturssyni. Hannes Pétursson er annars best kendur í Íslandi sum yrkjari og hevur síðan 1955 m.a. givið út eina ørgrynnu av yrkingasøvnum, og fýra ferðir hava søvn hansara verið tilnevnd Norðurlendsku Bók­mentavirðislønina.