Gamlar Gøtur - Vestur
Seinast kannað: 23. sep
Hendan uppskriftin er ein uppskrift til eitt grundsnið, har lagt verður upp til at brúka tey føroysku mynstrini úr bókini Føroysk bindingarmynstur. Í uppskriftini eru uppskot til mynstur, sum eru bundin í ymiskum útgávum. Vesturin er bundin við tveimum træðrum; 2-tráða snældutógv saman við mohair. Vesturin hevur eitt unisex-snið. Støddir: S/M (L/XL) Longd mitt aftan: 53 cm (65 cm) Mát: Breidd um bringuna: 45 cm (53 cm) Støddin er vegleiðandi. Vesturin kann bindast longri, ella so mynstrið passar. Rondin kann eisini passast til. Vegleiðandi stokkar: Stokkur 4,5 og 5,5 til rond Stokkur 6 til mynsturbinding Bindifastleiki: 15e/17s pr 10*10 cm Bindiroynd - ger eina bindiroynd, so tú sært um bindifastleikin passar. Hevur tú spurningar, viðmerkingar ella annað kunnu sendast til Guðruna. Brúka #GamlarGøtur tá ið tú deilir myndir av vestinum á sosialum miðlum.
