Lý Blusan
UPUppskrift

Lý Blusan

55kr

Seinast kannað: 23. sep

Sniðgevi: Ingun Davidsen og Liljan av Fløtum Livaknits Støddir: (XS) S (M) L Bindifastleiki: eitt mynstur á stokki 5 við einum tráði av alpakka silk er uml 7,5 cm breitt. Eitt mynstur á stokki 7 við Tynn silk mohair eru eisini uml 7,5 cm breitt. Mát á blusuni, tá blusan er vaskað og liggur niðri, til stødd (XS) S (M) L OBS, øll mát eru umleið-mát. Blusan gevur seg heilt nógv í breidd, alt eftir hvussu nógv man leggur/fyllir hana. Ermar og ermagapið eru heldur stram og geva seg ikki nakað serligt: Bróstvídd: (35) 38 (42) 52 cm. Longd frá øksl til niðast á blusurond: (44) 51 (51) 56 cm Ísett ermalongd: (16)16 (16) 16 cm Tógv: (100 g) 100 g (100 g) 100 g Alpakka silk Sandnes Garn (50 g = uml 200 m) og (25 g) 25 g (50 g) 50 g Tynn silk mohair Sandnes Garn (25 g = uml 212 m). Hendan uppskriftin hóskar seg væl til royndar bindarar. Nýt #LýBlusan tá ið tú deilir myndir av blusuni á sosialum miðlum.