
Áardún - Hettuturriklæði
Seinast kannað: 23. sep
Støddir: Ein stødd Stokkar: Ein rundstokk nummar 7 Fýra ermastokkar nummar 7 Ein ermastokk nummar 8 ella eina hekklinál nr. 5, at læsa av við Tógv: 3 noðir av Børstet Alpakka (50 gr = 110 m) og 2 noðir av Sunday (50 gr = 235 m), bæði frá Sandnes Garn Hettuturriklæðið er heitt og fjálgt og samstundis rátt á at líta. Navnið Áardún er úr bókini Føroya Flora, og hóskar væl til plaggið. Við góðu gomlu brølapuni í huga mentist hettuturriklæðið. Hettuturriklæðið er bundið hálvpatent - hetta er ein lættur bindiháttur, sum øll kunnu fara í holt við. Við bleyta tónum fært tú eitt lekkurt plagg, sum kann nýtast nærum alt árið í Føroyum. Hevur tú spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Dagmar Brúka #ÁardúnHettuturriklæði tá ið tú deilir myndir av turriklæðinum á sosialum miðlum.
