
UPUppskrift
Perlutroyggjan
55kr
Seinast kannað: 23. sep
Støddir: XS/S (M) L (XL) Longd: uml. 46 (53) 55 (57) cm Ummál: uml. 80 (108) 112 (124) cm Ermalongd: 44 (46) 48 (51) cm Stokkar: Rundstokkar std. 8 mm og 15 mm, 60 cm Tógv: 3 (5) 5 (5) noðu av Navia Perla ella 2 (2) 2 (2) noðu av Bella by Permin. Perla verður bundið við dupultum tráði, men Bella verður bundið við einkultum tráði. Torleikastig: lætt Troyggjan verður bundin niðrifrá og upp. Erman er bundin uppifrá og niður við at taka eygu uppá frá ermaholinum. Hendan uppskriftin er royndarbundin. Spurningar, viðmerkingar og annað kunnu sendast til Noðastovu Brúka #Perlutroyggjan tá ið tú deilir myndir av troyggjuni á sosialum miðlum.
