Vida 2 Barnavognur, Dark Brown
ALAlvaró

Vida 2 Barnavognur, Dark Brown

10.999kr

Seinast kannað: 23. sep

Luksus barnavognur við langum liggimáti, vendihjólum og rúmligari kurv. Gjørdur til at gera gerandisdagin lættari hjá foreldrum við smáum børnum. Væl bjálvaður vognur við fipurfyllu til køldu dagarnar og sum andar væl tær heitu. Allir partar eru testaðir fyri skaðiliga evnir. Síðan 2022 er tekstiltilfarið gjørt úr 100% endurnýtslu-polyester. Aluminumsstellið er sterkt og samstundis kompakt. Klappast saman í tveimum skjótum stigum og passar í smáar bilar. Stellið stuðlar allan botnin á barnavognskassanum, sum ger hann stabilan og minkar møguleikan fyri hann verður skeivur. Lynlásið á vognkassanum er vatntætt, stýrið kann stillast í hædd, ljós er innbygt í kallesjuni og endurskin eru á hjólunum. Vendihjólini gera tað lætt at trilla, bæði í býnum og í náttúruni. Ein behagiligur, tryggur og praktiskur barnavognur, sum ger lívið lættari hjá foreldrum! Barnavognskassin: Ventilatión í kallesjuni tryggjar at vognurin andar væl. Snilt lynlás á vognkassnum gevur lætta atgongd til barnið. Lummar eru bæði innan og uttan á kassanum. Kallesjan kann takast heilt av undir flutningi. Eingin trekkur er millum kassa og kallesju. Innbygt sólverja í kallesjuni sum hevur UV 50+ vernd. Innbygt ljós er uttan á kallesjuni, sum kann stillast til tríggjar ymiskar ljóssstyrkir. Alt klæðið innan er góðkent eftir Oeko-Tex®Standard 100. Klæðið innan í bæði kallesju og kassa kann takast úr og vaskast við 30 °C. Stellið: Trygg ramma undir vognkassanum stuðlar allan botnin á barnavognskassanum. Serligt sniðgivið aluminumsstell í hægstu góðsku. Er lætt at klappa saman – vigar lítið og tekur lítið pláss. Mát og vekt: Vekt á stellinum við hjólum: 10 kg Vekt á stellinum uttan hjól: 6 kg Stødd samanlagdur við hjólum: 109 x 58 x 34 cm Stødd samanlagdur uttan hjól: 91 x 50 x 18 cm Stødd barnavognskassi samanlagdur: 100 x 44 x 9 cm Liggimát: 37 x 97 cm Hædd á stýrinum: 90 - 113 cm