
Fuglurin Oskar – Søga Og Litbók
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Bókin er ætlað børnum úr barnagarðsaldri til børn í grunddeildini í fólkaskúlanum. Hon er ætlað sum liti- og lesibók eins væl og skrivibók. Um barnið brúkar barnaskrift ella veruligar bókstavir er ikki avgerandi. Tað týdningarmesta er, at barnið fær loyvi til at royna seg, og at barnið lærir at seta orð á bæði hendingar, fólk og umstøður. Sostatt er bókin eisini ætlað sum samskiftisbók millum børn og vaksin. Eg vóni, tit fáa nógvar góðar og hugnaligar løtur saman við fuglinum Oskari og øllum hinum, tit hitta á leiðini.
