
Gold Lust Dry Shampoo
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?NÝTSLUHÁTTUR Rist væl. Spræn á hárbotninum við umleið 20-25 cm frástøðu. Hurla ígjøgnum við fingrunum ella við bust. Úrslitið: reint, lætt og sunt hár. FYRIMUNIR Við pulvuri ið skínur ígjøgnum, styttist effektin og feitt og óreinska verður sogin burtur úr hárinum Ger ikki hárið tungt Styrkir hárið Viðlíkaheldur hárið og hárfarvu Hárið verður bleytt, mjúkt og tú kanst nerta tað, uttan at tað tekur skaða INNIHALD Oribe Signature Complex (Vatnmelón, litchi og edelveiss blóma) verjir hárið frá oxidativum stressi, aldrandi útsjónd og versnan av natúrligum keratin, samstundis sum tað verjir hárið fyri uppturkandi, skaðiligum evnum. Blanding av skínandi stívilsi sýgur umgangadi skitt, feitt og óreinsku, so at tú kennir tað sum um tú júst hevur vaskað tær hárið. Sellarí úrdráttur heldur longri uppá virkanina av vøruni, við at minka um feitt í hárbotninum. Myrru úrdráttur viðlíkaheldur og bøtir um turt, meinslað hár. Bambus & rís silki slættar hárið umgangandi og ger tað mjúkt og silkibleytt. Lavendil og kamilla gevur fukt til hárið og hydrerar, soleiðis at tú ikki fært turran og skriðandi hárbotn. Sergjørdir luktir, ið halda angan allan dagin.
