Kurv.fo
Honda Vatnpumpa Wt40, 4″ – 7,1 Kw

Honda Vatnpumpa Wt40, 4″ – 7,1 Kw

AT
ATV.fo

Seinast kannað: 25. nov

28.749kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Honda WT40 er sterkasta lensipumpan hjá Honda, og hon klárar stórar vatnnøgdir undir ringastu umstøðum. Við 98.400 litrum um tíman kanst tú skjótt tøma kjallarar og svimjihyljar, leiða vatn burtur frá á, bø og haga, ella pumpa grunnvatn burtur frá byggiplássinum. Pumpan hevur ein 337 cc 4-takta luftkøldan Honda-motor (GX340K1), sum gevur heili 7,1 kW. WT-røðin er serliga gjørd til stórar nøgdir av skitnum vatni og sleppir føstum pørtum sum grúsi, greinum og steinum upp í Ø26–31 mm ígjøgnum, uttan at pumpan stíflast ella tekur skaða. Pumpan hevur eitt eftirlitslok, so tú skjótt kanst reinsa skarn burtur. Pumpuhús og pumpuhjól eru í stoypijarni, og hon hevur innbygda oljuávaring og togstart. Tann besta vatnpumpan frá Honda! Gev gætur: Fyll olju á, áðrenn pumpan verður sett í gongd (1,1 litur – vit mæla til 10W-30). Fylgir við: 1 sogkurvur, 2 ringmøtrikkir, 2 slangurør, 2 pakningar, 3 spennibond og 1 tendrarnykil. Tøkniligar upplýsingar Motorur: 4-takta bensin, Honda GX340K1 Motororka: 7,1 kW (9,7 HK), 337 cc Vatnnøgd: 98.400 litrar/tíman Mest lyftihædd: 26 metrar Mest soghædd: 8 metrar Tilknýti: 4″ / 100 mm Størstu fastu partar: Ø26 mm Bensintangi: 6,1 litrar Start: Togstartur Motorolja: 1,1 litur, 10W-30 Nýtsla: 2,5 litrar/tíman Ljóðorka: 108 dB(A) / ljóðtrýst: 110 dB(A) Stødd: L73,5 x B53,5 x H56,5 cm Vekt: 78 kg

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá ATV.fo