
Við Gudi Er Smátt Stórt
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Við Gudi smátt er stórt, og er hann okkum hjá, er virkið lættliga gjørt, ljóst verður myrkrið tá; men stórt er smátt, um hann ei virkar okkum við, um hjarta várt ei fann hans dýra, sæla frið. So verði alt várt verk við honum gjørt! Og tá skal sálin gerast sterk, og verkið framgongd fá“ A.A. Rees Her skal verða sagt frá hini gomlu søgu, hvussu alt tykist at miseydnast, táið ein hevur ætlað at fera nógv gott og fegin vil nýta allan dagin at virka fyri Harran og gera eitt sindur her og eitt sindur har. Allar hindringar, ið kunnu, forða tá ætlanunum. Hetta er okkum sera kunningt. Og táið kvøldið er komið, suffa vit: „So lítið varð avrikað!“ Men leiðir Harrans eru ikki leiðir okkara, og er dagurin givin honum upp í hendur, man hann tá ikki eisini síggja til, at úrslitið verður honum til heiðurs!
