Kurv.fo
Frásøgnin Hjá Markusi Um Jesus

Frásøgnin Hjá Markusi Um Jesus

bibliafo

BÍ
Bíbliufelagið

Seinast kannað: 19. nov

149kr

Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum

Gott keyp?

Frásøgnin hjá Markusi um Jesus er elsti samanhangandi tekstur um lív, deyða og uppreisn Jesusar. Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalem. Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk. Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard prýtt. Í bókini er fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina. Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin. Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus. Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli. Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin áðrenn, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus. Les ummæli av bókini her

Líknandi vørur

Fleiri vørur frá Bíbliufelagið