
Mítt Fyrsta Fótafar - A4
Eia Veia
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Mítt fyrsta fótafar – eitt lítið spor, ein stór byrjan. Tá eitt lítið barn verður føtt, verður eitt fótafar tikið á føðideildini – eitt lítid avprent, sum vísir fyrstu kontakt við heimin. Tað er tað fyrsta sporið, eitt nýtt lív setur – og tað hevur verið íblásturin til hesa persónligu og hjartanemandi plakatina. Plakatin verður gjørd út frá fótasporinum hjá barninum og verður prýdd við navni – tú kanst eisini fáa føðidato og aðrar upplýsingar við, um tú vilt. Eitt minni um tá eitt lítið lív byrjaði. Myndin av fótaprentinum skal, um til ber, vera tikin í dagsljósi. Soleiðis verður góðskan best.












