
Royktur Laksur Bakkafrost 200 Gr - (Skivaður)
Norðfra
Tín innkeypslisti · tú keypir hjá handlinum
Gott keyp?Frá Bakkafrost Laksur (laksaættin) Salmo salar Linné, 1758 Stødd: Hann verður upp í 150 cm langur. Allur laksur í Føroyum er aldur laksur. Dýpi: Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m, og helst eisini djúpari. Litur: Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður. Lýsing: Laksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Anadromur fiskur. Eyðkenni: Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar. Týdningur: Laksur hevur stóran vinnuligan týdning. ES: Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her.












