Leirmaska Til Andlit Ella Hár - Bentonit
BJBjarnastova

Leirmaska Til Andlit Ella Hár - Bentonit

31kr

Seinast kannað: 7. sep

Andlitsmaskur við leiri reinsa og kveikja húðina. Ymisk sløg av leiri hóska til ymiskar húðartýpur. Bentonitleir (ljósagrátt) reinsa sera væl. Tað reinsar niður í húðina, dregur fram skitt og óreinsku og týnir bakterium. Hóskar serliga væl, um tú hevur óreina, feittuta ella pirrutta húð. Men kann eisini brúkast til vanliga húð, um tú hevur hug at reinsa á botn. Hevur tú viðkvæma húð, er helst frægari at brúka rasul . Rasul er mildari, men reinsar ikki eins væl niður í húðina sum bentonit. Bentonit leirmaska kann eisini nýtast til at reinsa hár og hársvørð. Blanda 2-3 súpuskeiir av leirpulvuri (ella sum tað hóskar til hárlongdina) við súreplavínsediki og vatni til eitt bleytt smyrsl. Fukta hárið og gníggja smyrslið væl niður í svørin og út í hárið, gjarna heilt út í broddin. Lat virka í 10-15 minuttir og skola síðani úr. Posin inniheldur 25 g av bentonitleiri, og røkkur til 10-18 andlitsmaskur. Soleiðis gert tú: Vaska húðina so einki smyrsl er eftir. Blanda 0,5 - 1 súpiskeið av leiri við 1-2 teskeium av vatni ella grønum tei, so tú fær eitt mjúkt og javnt smyrsl. (Nýt IKKI metalskeið ella annað úr metali!) Í staðin fyri vatn/te kanst tú brúka: Feittuta húð: Súreplavínsedik Turra húð: Jojoba-, rósuberja- ella mandluolju ( keyp her ) Smyr javnt um alt andlitið, tó ikki um eyguni. Lat virka í 15-20 minuttir og vaska síðani burtur við flógvum vatni. Fukta at enda við andlitsolju ella kremi . Ansigtsmasker med ler kan rense og stimulere din ansigthud på en blid og plejende måde. Forskellige typer ler, passer til forskellige typer hud. Bentonit ler er den mest potente type ler, som virkelig dybderenser huden. Det har den bedste evne til at detoxe huden, udtrække urenheder fra hudens overflade og modvirke bakterielle infektioner. God hvis du døjer med bumser, hudorme eller fedtet hud. Men også hvis du har almindelig hud der skal forkæles. Bentonit ler er lysegråt. Hvis du har følsom hud, skal du hellere vælge rasul ler . Rasul er en mildere ler, men det indeholder dog ikke…