Grundskeið Í Cupping – Lær At Arbeiða Trygt Og Praktiskt
STStatera

Grundskeið Í Cupping – Lær At Arbeiða Trygt Og Praktiskt

2.500kr

Seinast kannað: 23. sep

💚 Hevur tú hug at læra cupping og fáa eitt praktiskt amboð afturat tínum kropsviðgerðum? Á hesum 6-tíma grundskeiði í cupping, fært tú eina fakliga innleiðslu og nógva praktiska venjing. Tú lærir at velja hóskandi koppar, arbeiða við ymiskari koppastyrki og leggja eina trygga og einfalda viðgerð til rættis. Vit venja serliga cupping á ryggi, herðum, bringu og búki. ✨ Tú fært: Innlit í grundhugsanina og søguna aftan fyri cupping Innleiðslu til ymisk sløg av koppum og hættir at cuppa Praktiska venjing á ryggi, herðum, bringu og búki Vegleiðing í koppastyrki, viðgerðartíð og reaktiónum í húðini Frálæru í reinføri, trygd og kontraindikatiónum Venjing í at laga viðgerðina til tann einstaka Luttakaraváttan Cuppingsett við 19 plastikkoppum Olju, ið hóskar væl til glíðandi cupping Drekkamunn og okkurt gott afturvið 🎯 Skeiðið hóskar til tín, sum arbeiðir við fólki innan fyri heilsu, ítrótt, venjing, mýking ella vælveru, og ynskir cupping sum eitt trygt og praktiskt amboð í arbeiðinum tín, sum ynskir at læra at brúka cupping trygt til privata nýtslu tín, sum er forvitin og hevur hug at læra meira um cupping Tú nýtist ikki at hava royndir við cupping frammanundan. 📬 Tilmelding Meldið til her á síðuni ella við at senda ein teldupost til statera@statera.fo 🔗 Avmarkað pláss til 6 luttakarar – tryggja tær títt pláss longu í dag! Tilmeldingin er galdandi, tá peningurin er fluttur. 🌀 Hvat er cupping? Cupping er ein viðgerðarháttur, har undirtrýst verður gjørt í koppum, sum verða settir á húðina. Viðgerðin kann ávirka húð og vevnað lokalt og verður ofta brúkt við tí endamáli at linna vøddaspenningar, stívleika og ávísar pínutilstandir. Á skeiðnum lærir tú eisini, hvat vanlig cuppingmerkir hava at siga, og hvussu tú kunnar tann, ið fær viðgerð, bæði undan og eftir cupping. Gransking um cupping Gransking bendir á, at cupping kann hava pínulinnandi árin við ávísum pínutilstandum. Góðskan á próvtilfarinum er tó ymisk, og tørvur er framvegis á fleiri væl skipaðum kanningum. Les…