Fill Jaguar Sett
BABabyboom

Fill Jaguar Sett

5.990kr

Seinast kannað: 23. sep

ALT, tær tørvar í einum barnavogni fyri ein framúrskarandi prís. Lekkrasta settið frá Jaguar inniheldur: Vognstell, vognkassi, sum kann umskapast til klappsetur, bilstól, madrassu, puslitasku við skiftimáttu, millumlið til bilstólin og vognin, regnslag, flugunet og fótposi. Í nútíðarsniðið við stílreinum og koksgráum liti. Nýt vognin við vognakassanum og madrassuni, ella skift yvir til klappstólin og fótposan. Klappstólurin kann stilla stólabakið í 3 ymiskar hæddir. Vognkassin/klappsetrið kann eisini vendast bæði aftureftir ella frameftir. Við tað, at vognkassin og klappsetrið eru í einum, sparir tú bæði pláss og kostnað uttan at skera niður á góðskuna. Ella kanst tú seta bilstólin á vognstellið við millumliðnum, og hevur tú ein smartan og lættan vogn til tey smáu ørindini. Samsvarandi puslitaska og regnslag hoyrir eisini við. - Hondtak, sum kann stillast í ymiskar hæddir. - Gallesjan kann leingjast. - Hjólini framman kunna læsast fast. - Eykastór goymslukurv. - Vognstellið vigar 6,8 kg. - Frá nýføðingi til 22 kg. GG. Isofix base til Jaguar bilstólin ber til at keypa sum eyka útgerð.