
Thieves+ 5 Ml
Seinast kannað: 23. sep
Hvat er Thieves®+? Thieves®+ er ein av best umtøktu essentiellu oljunum frá Young Living. Oljan er kend fyri sín stuðlandi virka á immunverjuna og andaleiðirnar. Oljan er samansett av nelikum, lemon, kanel, eucalyptus radiata og rosmarin. Henda samanseting gevur ein kraftfullan virka og ein kryddaðan og frískan anga. Thieves+ brúkast á ymiskan hátt – bæði innvortis og útvortis. Fyrimunir við Thieves+ Við regluligari nýtslu kanst tú uppliva hesar ágóðar: Styrkir immunverjuna Hevur antimikrobiellan virkna Arbeiðir ímóti bakterium og virus Linnar fyltar næsa- og hjáholur Styrkir andaleiðirnar Gevur orku og betrar um lagið Thieves+ verður ofta brúkt í køldu tíðini. Hvussu kann eg brúka Thieves+? Í diffuser Fyrst og fremst kann Thieves+ luftspjaðast í rúmið. Tað skapar eitt serstakt huglag. Samstundis kann tað minka um strongd og órógv. Í dampbað Eisini kanst tú brúka Thieves+ í dampbaði. Set nakrar dropar í ein bolla/fat við kókaðum vatni. Legg høvdið inn yvir bollan/fatið og legg handklæði yvir. At anda dampin kann hjálpa við trupulleikum í andaleiðunum og fyltum hjáholum. Best er at blunda, so tú sleppur undan irritatión í eygunum. Á húðina Thieves+ kann smyrjast á húðina. Tó er umráðandi at tynna hana í aðrari olju fyrst. Soleiðis minkar tú um vandan fyri húðreaktiónum. Harumframt kanst tú blanda hana í títt krem og smyrja á kroppin. Í vatn ella mati Ein dropi av Thieves+ kann latast í eitt glas av vatni ella í te. Eisini kann hon brúkast sum krydd í mati ella bakstri. Summi velja at inntaka 1–2 koppar um dagin í kuldatíðini, tí tað kann stuðla immunverjuni. Møgulig hjáárin Sum við øllum essentiellum oljum, er gott at vera varin. Húðreaktiónir kunnu fyribyrgjast við at tynna oljuna Fotosensibilitetur kann koma orsakað av lemon (lemon er í Thievs) Tí er umráðandi at verja húðina væl við sólverju, um tú hevur smurt Thieves+ á húðina og fert út í sólina. Kanningar um innihaldið í Thieves+ Her eru nakrar kanningar, ið eru gjørdar av nøkrum av innihaldsoljunum, sum…
